Faroe Adaları Ulusal Marşı
VikiKaynak sitesinden
Faroe Adaları Ulusal Marşı (Mítt Alfagra land).
[değiştir] Faroe Dili
- Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn!
- á vetri so randhvítt, á sumri við logn,
- tú tekur meg at tær so tætt í tín favn.
- Tit oyggjar so mætar, Gud signi tað navn,
- sum menn tykkum góvu, tá teir tykkum sóu.
- Ja, Gud signi Føroyar, mítt land!
- Hin roðin, sum skínur á sumri í líð,
- hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð,
- og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál,
- og ljósið, sum spælir mær sigur í sál:
- alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna,
- at eg verji Føroyar, mítt land.
- Eg nígi tí niður í bøn til tín, Gud:
- Hin heilagi friður mær falli í lut!
- Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd!
- So torir hon vága - av Gudi væl skírd -
- at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið,
- ið varðveitir Føroyar, mítt land!